Year of grant: 2016 Research Area: Mentan Project type: Verkætlan Project title: Námsfrøðilig leiðsla í dagstovnum Grant number: 0521 Project manager: Jóhannes Miðskarð Institution/company: Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya Other participants: Teri Talan, Michael Abel Project period: 01.09.2016-30.06.2018 Total budget: 522.705 Grant from the FRC in DKK: 87.164 Project description: Original Í Námsfrøðilig Leiðsla í dagstovnum (NLD)- verkætlanini verður kannað, hvussu dagstovnaleiðarar í Tórshavnar Kommunu útinna námsfrøðiliga leiðslu. Verkætlanini fylgir Appreciative Inquiry-hugsunarháttinum, sum førir við sær, at fokus fyrst og fremst er á dagstovnaleiðarar, ið hava væleydnaðar royndir við námsfrøðiligu leiðslu. Ætlanin er at kanna, hvat virkar hjá hesum leiðarum, soleiðis at tað er møguligt at hugkveikja aðrar dagstovnaleiðarar í, hvussu teir kunnu økja sína námsfrøðiligu leiðslu. Til tess at fáa eina so breiða lýsing, sum til ber, verða bæði leiðararnir og teirra starvsfólk interviewað. Somuleiðis verður ein kontrast gjørd við hvussu dagstovnaleiðarar í Chicago útinna námsfrøðiliga leiðslu; í mun til norðurlendsku londini hevur verið meira fokuserað á leiðslu og námsfrøðiliga leiðslu í Chicago gjøgnum eitt longri tíðarskeið. Interviewini verða semistrukturerað ífylgi eini fyribrigdafrøðiligum háttalagi. Final Í høvuðspartinum av verkætlanini varð kannað samsvar og munir millum hvussu ein dagstovnaleiðari og hennara/hansara námsfrøðingar uppfata hennara/hansara námsfrøðiligu leiðslu. Funnið var útav at tað eru samsvar, men eisini munir. Trý sløg av munum vóru staðfestir. Dagstovnaleiðarar tosa í nógv størri mun enn námsfrøðingar um intentiónirnar við námsfrøðiligum virksemi. Dagstovnaleiðarar halda, at teir luttaka nokk í námsfrøðiliga arbeiðinum, men námsfrøðingarnir halda at dagstovnaleiðararnir kundu luttikið meira. Síðani eru tað nógv dømir um, at dagstovnaleiðarin hevur eina uppfatan av, hvat hann/hon leggur dent á í námsfrøðiligum virksemi, meðan teir tveir námsfrøðingarnir hava hvør sína heilt unikku fatan av, hvat dagstovnaleiðarin leggur dent á. Mælt verður til at dagstovnaleiðarar og námsfrøðingar fáa meira innlit í hvussu teir uppfata námsfrøðiligu leiðsludagstovnaleiðarans. Viðv. míni tíð í Chicago havi eg skrivað tvær minni greinar, ið lýsa hvussu ymiskt dagstovnarnir virka í Føroyum og USA. Hetta gevur tilfar til reflektión og inspiratión til hugsan og virkni viðvíkjandi egnum dagstovni. Project status: Liðug << Back |
Administration Faroese |