Játtað í: 2003 Granskingarøki: Matur Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Redfish Recognizer IQ4. Játtanarnummar: 0902 Verkætlanarleiðari: Páll Fagraberg Stovnur/virki: Marine Tech Aðrir luttakarar: Marita Næs., Laborantur, Heilsufrøðiliga Starvsstovan Debes H. Christiansen, molekylerlívfrøðingur, heilsufrøðiliga Starvsstovan Verkætlanarskeið: 1.1.2004-31.12.2004 Samlaður kostnaður: 700.000 Stuðul úr Granskingargrunninum: 200.000 kr. Verkætlanarlýsing: Óneyv støddar- og goðskuflokking (litur og parasittar) er ein stórur trupulleiki fyri teir trolarar, sum fiska kongafisk í Irmingahavinum. Nøgdirnar pr. hál eru stórar, fiskurin smáur og partvís fongdur við parasittum. Sum nú er verður flokkingin gjørd við hond og skapar hettar bæði óneyva flokking og fløskuhálsar í framleiðsluni. flotin sum roynir í Irmingahavinum, telur umleið 100 trolarar úr Føroyum, Íslandi, ES og Russlandi. Málið við verkætlanini er at menna eina skipan, sum loysir hendan trupulleikan. Skipanin ger brúk av visiónsteknologi. Við hesi nýggju tøknini ber til neyvt bæði at støddar- og góðskuskilja kongafiskin effektivt. Innbygd í skipanina verður ein sporførisskipan, sum ger at skipið kann skjalprógva yvirfyri keyparunum allar neyðugar upplýsingar, so sum veiðidato, flokking, nøgd, posisión vm. Frá 1. januar 2005 krevur ES eina fullkomna sporførisskipan fyri at selja til ES. Væntast kann at bæði USA og Japan fara at krevja tað sama. Støða: Liðug << Back |
Administration English |