Year of grant: 2023 Research Area: Heilsuvísindi Project type: Ph.d.-verkætlan Project title: Sjúkuelvandi Serotypir av Pneumokokkum og broyting í berara og sjúku títtleika hjá børnum í Føroyum Grant number: 0364 Project manager: Arnfinnur Kallsberg Institution/company: Thetis og Roskilde Universitet Other participants: Marita Debess Magnussen, Shain Gaini, Hans Christian Slotved, Karen Angeliki Krigfelt, Pál Weihe Project period: 01.08.2023 - 01.02.2025 Total budget: 2.165.302 DKK Grant from the FRC in DKK: 650.000 DKK Project description: Streptococcus Pneumoniae búðleikast serliga í nasaholuni og nasopharynx. Um ein er berari av hesari bakteriuni, er øktur møguleiki fyri sera sjúkuelvandi ella minni sjúkuelvandi sjúku. Serliga rakar sjúkan børn, eldri fólk og fólk við niðursettari immunverju. Síðan 2010 hava børn verið koppsett ímóti Streptococcus Pneumoniae við koppsetingini PCV-13. Okkara verkætlan kannar undirtypurnar av hesari bakteriuni hjá børnum, ið ganga á dagstovnum í Føroyum, og samstundis verða tær sera sjúkuelvandi typurnar granskaðar. Vit miðja eftir at fáa 1000 luttakandi børn frá dagstovnum í Føroyum. Allir dagstovnar eru bodnir við. Hvør sýnistøka er bert ein vitjan, har ein nasa poting verður framd, samstundis sum vit taka ímóti svaraðum spurnarblaði og samtykkisváttan frá foreldrunum. Sýnistøkan heldur fram til 1000 sýnir eru savnaði. Í januar 2023 vóru 465 sýni innsavnaði. Miðal luttøkan var 31%, har minsta og hægsta luttøkan vóru ávíkavist 13% og 70%. Fyribils berara títtleikin var 31%, harav børn undir 3 ár høvdu berara títtleika á 51%. Níggju út av tíggju vóru fult koppsett, ímeðan 5% ikki vóru koppsett. Undirtypurnar verða leypandi kannaðar. Við nærum helvtina av prøvunum síggja vit, at berara 3 talið er nakað lægri samanborið við eldri kanningar úr Føroyum. Hesar dátur og undirtypu-kanningar kunnu koma við virðismiklari kunning um framtíðar koppseting ímóti S. pneumoniae. Project status: Virkin Project output: See PURE << Back |
Administration Faroese |